Aldubáran (FO)
Hátún, Tórshavnar Musikkskúli, Landavegur 84, 100 Tórshavn Kort
þri. 07.07.2026 19:30
100 DKK
Aldubáran - millum gudar og filosoffar
Aldubáran er í forkunnugum selskapi á hesi konsert og spælir eina blandaða skrá við føroyskum kamartónleiki. Við Aldubáruni verður farið á eina ferð ígjøgnum ymiskar hugtakandi tónleikaheimar, har nøkur av okkara fremstu tónaskøldum vísa inniligu síður sínar við verkum fyri smærri ljóðførisbólkar.
Umframt tónleik eftir Eli Tausen og onnur eru eisini tvær strúkitrioir eftir Kristiani Blak á skránni.
Fyrra er tann sonevnda “Egyptiska trioin”, ið er skrivað við íblástri frá egyptiskari gudalæru. Hvør satsur lýsir hvør sín egyptiska gud, og hesir eru sera ymiskir av lyndi - frá hábornum tónum til villan krígstónleik.
Seinna trioin “Portraits” er nýskrivað verk, ið somuleiðis tekur áhoyraran á eina ævintýrkenda ferð við satsheitunum: Le Philosophie, Le Couple, Le Chevalier Errant og Faune.
Um Aldubáruna
Aldubáran varð sett á stovn í 1995 av yrkislærdum tónleikarum við tí fyri eyga at framføra kamartónleik og føroyskan partiturtónleik. Bólkurin telur í dag 14 limir.
Aldubáran hevur síðan stovnanina umbiðið og framført óteljandi verk eftir føroysk tónaskøld, bæði í Føroyum og uttanlanda - við góðum ummælum.
Flytjendur
-
AldubáranAldubáran er leiðandi kammerhljómsveit í færeysku tónlistarlífi. Með fjölhæfri og óvenjulegri hljóðfæraskipan hefur hljómveitin boðið upp á mjög fjölbreytta flóru tónleika síðan árið 1995. Hún leikur allt frá Bach og Beethoven yfir í að starfa með helstu tónskáldum og söngvurum Færeyja og flytja splunkunýja tónlist í mismunandi tónlistarstílum