New Music Islands (ISCM event)

New Music Islands (ISCM event)

Finsen, Tróndargøta 50, 100 Tórshavn Kort

þri. 18.08.2026 20:00

100 DKK

torsgota.fo

New Music Islands

Fyriskipað av The International Society for Contemporary Music (ISCM)

FFT (Felagið Føroysk Tónaskøld) eru limir í ISCM. Saman við trimum oyggjafeløgum hevur ISCM Føroya-deildin 2026 tikið stið til samstarv millum oyggjar. Hini trý limafeløgini eru: CANZ (ISCM Nýsæland-deildina), VICC (ISCM Gotland-deildina), og COSIMITE (ISCM-tilknýttur samstarvslimur umboðandi Kanarisku oyggjarnar)

Tónleikur verður at hoyra úr hesum oyggjasamfeløgunum: Føroyar, Aotearoa Nýsæland, Gotland og Kanarisku oyggjunum.

Hugskotið er at hava minst eina konsert í hvørjum staði, hóast tað heilt sikkurt kunnu vera fleiri, har hvør konsert verður skipað av lokalu ISCM-deildini við lokalum tónleikarum.