fómó (FO)
Ólavskirkjan, Gamlivegur 2, 175 Kirkjubøur Kort
sun. 12.07.2026 16:00
ÓKEYPIS
fómó
Dania O. Tausen (sang, gittar, bass synth), Marianna W. Nagata (sang, gittar, synth, trummumaskina), Katrina Olsen (sang, saksofon, klarinett, synth), Guðrið Hansdóttir (sang, gittar, floytu)
fómó er eitt superblomstur, ið varð sáað á kvinnudegnum 2025 og nú veksur undir svørðinum á vælumrødda tiltakinum, Femininomen.
Á hesi serstøku konsertini, kanst tú uppliva nýggj og óútgivin løg hjá Guðrið, Daniu, Marionnu og Katrinu. Við inniligum tekstum styðja tær seg upp at hvørjari aðrari við serstøkum røddum og flætta seg saman í tøttum fleirræddaðum kórsangi.
Eftir kvinnudagin fingu tær hugskotið at seta seg saman við hvør sínum gittara og gera útsetingar til nýggj, óútgivin løg.
Ver vælkomin á eina heita og fjálga konsert við nøkrum av okkara sterkastu føroysku kvinnuligu tónleikarum.
Ein konsert tú ikki vilt missa. Ella vilt tú kanska hava fómó?
Youtube: Nú eru vit tvey fólk - Dania O. Tausen & fómó
Youtube: Tá vit vóru ung - Dania O. Tausen & fómó (óútgivið)
Flytjendur
-
Dania O. TausenDania O. Tausen is a young singer, songwriter and poet who expresses herself in her mother tongue, Faroese. Her music is light and intelligent with strong melodies and playful lyrics that makes people stop and listen. Dania’s universe is beyond reflective and experimental and yet so welcoming and easy to fall for and into, because of the pleasant warmth of her soft and intimate voice.
-
Katrina Olsen
Söngkona, saxófónleikari og söngvaskáld
-
Guðrið HansdóttirEin allra virtasta tónlistarkona sem Færeyjar hafa alið.