AMEMA kvartettin (FO)
Mariukirkjan, Mariugøta 4, 100 Tórshavn Kort
fös. 31.07.2026 19:30
ÓKEYPIS
AMEMA kvartettin
Marta Torkilsdóttir (floyta), Elsa Maria Dam Kongslíð (floyta), Andrea Heindriksdóttir (floyta), Anna Klett (klarinett)
Andrea Heindriksdóttir og Anna Klett byrjaðu báðar at spæla tónleik á ungum árum í Tórshavn, har grundarlagið fyri bæði vinalagi og yrkisleiðina varð lagt. Síðani eru tær vorðnar ein grundarsteinur innan klassiska føroyska tónleikalívið.
Eftir loknan lesna á Kongeliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn fóru tær hvør til sítt - Anna til víðari lesna uttanlanda og síðan til starv í millum annað Athelas Sinfonietta og Figura ensemble, og Andrea til áhaldandi og ótroyttiligt arbeiði á Tórshavnar Musikkskúla.
Tær spæla báðar í kamartónleikabólkinum Aldubáran, har tær eru fastir limir, og hava umframt tað spælt við Føroya Symfoniorkestur síðani allarfyrstu konsertina í 1983.
Andrea og Anna fáa fylgið av fyrrverandi næmingum hjá Andreu, Elsu Mariu Dam Kongslíð og Martu Torkilsdóttir, ið báðar lósu víðari á Musikhögskolan i Malmö og nú fylgja í fótafetunum hjá Andreu sum floytulærarar.