Føroyskt kvøld
Hotel Føroyar, 45 Oyggjarvegur, 100 Tórshavn Kort
mið. 22.07.2026 19:00
650 DKK
Føroyskt kvøld
Eitt føroyskt kvøld á enskum, ið bjóðar siðbundnan føroyskan mat, dans og tónleik við Jógvan.
Bóking á hotelforoyar.fo
-------------------------------------------
Jógvan
Jógvan Joensen (sang, gittara)
- Í mínari tónlist møtast arvur og nýskapan. Eg arbeiði við nýggjum kvæðum, ið eru rótfest í føroyskum siðaarvi, men litað av kirkjutónleiki og norðurlendskum ljóðheimi. Við røddini sum miðdepli leiti eg eftir einum einfaldum, erligum úttrykki, har nærvera og andalig dýpd fáa rúm. Á konsertunum framføri eg eisini nýggj løg, ið venda sær meira móti felagssangi.
Hoyr útgávuna 'Tøgn', ið Jógvan gav út í 2023, á Spotify.
Jógvan á Facebook.