Heðin Z. Davidsen (FO) & Christian Rønn (DK)

Heðin Z. Davidsen (FO) & Christian Rønn (DK)

Hoyvíkar kirkja, Kirkjustræti 8, 188 Hoyvík Kort

mán. 13.07.2026 20:00

ÓKEYPIS

Christian Rønn (kirkjuorgul/elorgul) og Heðin Ziska Davidsen (gittar)

Samstarvið millum Heðin Ziska Davidsen og Christian Rønn byggir á monumentalt ljóð í stórum rúmi; stórar dronur og yvirnáttúrligir tónar við skýggjum av melodium, sum transcendentalt umfevna áhoyrarin; minimalistisk, ritualistisk og melodisk tema í eini maksimalistiskari framferð við meditativum gongdum.


Teir báðir hava spælt í Danmark í 2025 á Fanø Free Folk Festival, Spir Festival og Mayhem í Keypmannahavn.

Í 2026 vera framførslur á Copenhagen Jazz Festival og á Summartónum í Føroyum, umframt ein studioinnspæling í Keypmannahavn.